Stjól bil og rendi á

Løgreglan í Suðuroy fekk tíðliga hósmorgunin fráboðan um eitt ferðsluóhapp. Óhappið hendi sunnarumegin Hovstunnilin.

Hetta veit Suðurrás at siga.

Ein bilførari hevði mist tamarhaldið á bilinum og hevði rent inn í bilverjuna. Undir stoytinum varð bilførarin slongdur úr bilinum, og hann bleiv fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, tá sjúkrabilur og løgregla komu á staðið. Løgreglan fann eisini útav, at bilførarin hevði stolið bilin.

Eisini ein annar bilur fór út av vegnum í Suðuroy tíðliga hósmorgunin. Hetta var nakað uttan fyri viðarlundina í Trongisvági. Eins og bilurin í fyrra óhappinum, so var hesin bilurin eisini stolin.

Bilarnir í teimum báðum óhappunum vóru ólæstir og somleiðis stóðu lyklarnir í. Tískil heitir løgreglan í Suðuroy nú á fólk um at læsa bilin og taka lyklarnar úr, tá bilurin verður settur.