Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. september

1. september búðu 54.530 fólk í Føroyum. Tað eru 576 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,0%

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juli og august. Nógv flyta til Føroyar í summarmánaðunum, og serliga eru tað mong, sum tá fara av landinum í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum, soleiðis at tað fyrst veksur meiri enn vanligt í juli og síðani minkar aftur í august. Soleiðis er eisini í ár, og tað sæst aftur í grafinum niðanfyri.

 

Fólkatalið ávirkast av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 209 fólk og eini nettoflyting á 367 fólk. Seinasta árið var ein lítil vøkstur í burðaravlopinum og ein lítil minking í nettoflytingini samanborið við undanfarna tíðarskeið. Burðaravlopið vaks serliga, tí færri doyðu enn í undanfarna tíðarskeiði, og nettoflytingin minkaði, tí tilflytingin minkaði, meðan fráflytingin vaks. 

 

Burðaravlopið veksur

 

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðirnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðirnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað meira, og sostatt veksur burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. 

 

Nettoflytingin stendur í stað

 

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðirnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað - eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin tykist tí fyribils at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

 

Summarflytingarnar 

 

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juli og august mánaði. Nógv flyta til Føroyar í summarmánaðunum, og serliga eru tað mong, sum tá fara av landinum í lestrarørindum. Í ár vóru tað eitt sindur færri, sum fluttu bæði til og úr Føroyum í juli og august samanborið við seinastu 10 árini. Síggj, hvussu flytingarnar í summarmánaðunum hevur verið onnur ár í myndini niðanfyri, sum vísir tilflyting og fráflyting fyri juli og august samanlagt. 

 

 

 

Ikki-danskir ríkisborgarar fleiri í tali

 

Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður. Einans fjúrtan prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið kom av donskum ríkisborgarum. Fyri fimm árum síðani fyltu teir 68%. Størsti partur av vøkstrinum seinasta árið var millum ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond. Umleið tólv prosent vóru afrikanskir ríkisborgarar. 

 

 

 

Størsti vøkstur í størstu kommununum

 

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2022 og 2023. 

 

Kelda: Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. september - vøksturin er 1,1% | Hagstova Føroya