Samstarv
Umframt E. Nazdratenko og ES-kommiserin í fiskivinnumálum, vóru fiskimálaráðharrarnir í Kanada, Grønlandi, Íslandi og Noregi við á NAFMC-ráðstevnuni. Føroyar vóru eisini við, og okkara umboð var Kaj P. Mortensen, fiskimálastjóri.
Ráðharrarnir avgjørdu at taka tvey evni upp á ráðstevnuni:
* At seta mál fyri samstarvi um havrannsóknir og nýtslu av nýggjari tøkni í fiskivinnuni í Norðuratlantshavi.
* At endurnýggja fiskivinnupolitikkin í Norðuratlantshavi, samskipa vistskipanir og tillaga umhvørvispolitikkin í umsitingini av fiskivinnuni.
Á stevnuni viðgjørdu ráðharrarnir ymisk nýggj tiltøk um skipanarligar ætlanir í teirra ávísu havøkjum. Teir løgdu dent á týdningin av at sameina vistskipanir, tillaging og umhvørvisatlit í orðingina og útinnanina av slíkum verkætlanum í Norðuratlantshavi.
- Kanada legði fram eitt nýtt tiltak at eftirkanna teirra verkætlan fyri fiskiskapi við
serligum denti á meginregluni um varðveitslu, eins og á tørvin á at sýna varisligan og vistskipanar tillagingar atburð, sigur Fiskimálastýrið í einum torskildum tíðindaskrivi um ráðstevnuna.
Norski fiskimálaráðharrin greiddi frá einum uppskoti um at savna havfyrisitingina. Hann lýsti hetta sum eina nýggja ætlan um umsiting av havumhvørvinum.
ES-kommiserurin legði fram seinasta uppskotið samtykt av kommisiónini til tess at fáa javnvág millum veiðiorku og verandi tilfeingi, um at steðga óregluligari veiði, at innføra umhvørvishugsjónir og um samstarv millum veiðilið og umsiting.
Fiskimálastýrið sigur, at ráðharrarnir gjøgnumgingu fleiri spurningar um havrannsóknir og nýtslu av nýggjari tøkni, og teir viðgjørdu eisini avtaluna frá 1995 um ferðandi fiskastovnar. Somuleiðis vórðu aðrar altjóða avtalur um fiskivinnuna viðgjørdar.
- Ráðharrarnir samdust um týdningin av samstarvi fyri at náa felags málinum um
burðardygga og hóskandi gagnnýtslu av fiskivinnuni í Norðuratlantshavi við atliti til náttúrligu framleiðsluna í vistskipanunum. Teir viðgjørdu eisini veðurlagsbroytingar. Hesi langtíðarmál kunnu verða rokkin við størri vísindaligari vitan um vistskipanir og nýtslu av nýggjari tøkni.
Russiska Samveldið førdi fram síni sjónarmið um at leggja størri dent á samstarv innan havrannsóknir.
- Vísandi til øktar ávaringar um dálkingarárin í fiskiskapi, kundu ráðharrarnir viðurkenna, at finnast má veiðitøkni við tí endamáli at minka um dálking. Hetta krevur menning av veiðitøkni, serstakliga um vernd av fiski og nýtslu av hesi tøkni. Ráðharrarnir vóru samdir um, at hesi evni mugu takast fram og metast um í samstarvi millum havrannsóknarstovur og teirra, sum framleiða veiðireiðskap.
Fiskimálastýrið sigur, at ráðharrarnir tosaðu eisini um tað russiska modellið sum grundarlag fyri menning av heildareftirlitinum við vistskipanini og øðrum virksemi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, t.d. sigling, olju-og gassframleiðslu og øðrum dálkingarkeldum.
- Teir umrøddu møguleikan innan ICES GLOBEC-ætlanina at menna og seta í verk eina ætlan um at granska ávirkanina, sum veðurlagsbroytingar hava á vistskipaninar og týdningarmestu fiskastovnarnar í Norðuratlantshavi , og teir tosaðu eisini um eina ætlan um at kanna ávirkanina, sum súgdjór í havinum hava á fiskastovnarnar í Norðuratlantshavi.
Ráðharrarnir tóku eisini fram Reykjavík-yvirlýsingina um ábyrgdarfullan fiskiskap frá 2001 og Tórshavn-yvirlýsingina í 2001 um vernd av havinum og um burðardygga nýtslu av tilfeinginum í Norðuratlantshavi. Hesar yvirlýsingar leggja dent á tað vísindaliga grundarlagið at taka vistskipanarlig viðurskifti við í umsitingina av fiskivinnuni.
- Við hesum í huga endurtóku ráðharrarnir, at ymiskt virksemi á landi og sjógvi, ið
einki hevur við fiskivinnuna at gera, hevur ávirkan á vistskipanina í havinum og hevur fylgjur fyri umsitingina.
Fiskimálastýrið sigur, at ráðharrarnir vóru samdir um, at samrøðurnar, teir hava havt á hesi sjeyndu NAFMC-ráðstevnuni, fara at stimbra gransking, varðveitslu og burðardygga umsiting av livandi tilfeinginum í havinum og tess vistskipanum.
Avgjørt varð í St. Pætursburg, at áttanda ráðstevnan í røðini millum fiskimálaráðharrarnar í Norðuratlantshavi verður í Kanada.
- Ráðstevnan í Kanada fer m.a. at snúgva seg um avleiðingar av at seta í verk altjóða sáttmálan um ferðandi fiskastovnar, sigur Fiskimálastýrið í tíðindaskrivinum.