Stimbrandi og savnandi hátíð

Ólavsøkan er eitt hitt elsta føroyska tjóð­ar­­eyð­kenni og hevur serstakt pláss í hjørt­unum á øllum føroyingum. Føroyar eru eitt av heimsins elstu fólkaræðiligu londum og Ólavsøkan er livandi partur av okkara fólka­ræðiligu stýrisskipan. Tá forfedrar okkara nomu land, summir úr eystri og summir sunnaneftir úr norrønum búsetingum í bretsku oyggjunum, høvdu teir sum allir ný­lend­­­ingar við sær teir samfelagsstovnar og tey ment­anarvirði, sum eyðkendu norrønu sam­feløgini á vesturstrond Noregs. Hetta merk­ir, at teir við sær høvdu vest­urnorrønt mál, trúgv, mentan og síðst men ikki minst altingið. Forfedrar okkara skipaðu samfelagið í oyggjunum sum frælst land, frístat, har altingið var hægsta lóggávu- og dómsvald. Tað var sostatt ikki talan um fólkaræðiliga skipan í nútímans týdningi, stórir partar av fólkinum vóru uttan politiska ávirkan, men hinvegin so lá tað politiska valdið í hondunum á frælsum kvinnum og monn­um.

 

Á altingi í Tórshavn vóru stórar avgerðir tiknar, eitt nú kristnitøkan fyri gott og væl túsund árum síðani, á altingi var dømt og sáttargerðir gjørdar, hjúnarbond avtalað eins og keypstevna var hildin og ítróttaleikir framdir. Frístaturin Føroyar hevði einki kongsvald og tí var einki yvirvald til at fremja dómar tingsins. Hvør ætt sær noyddist sjálv at síggja til at fremja dómar tingsins. Hetta elvdi mangan til stríð og blóðugar ósemjur. Henda skipan gjørdi tað eisini lættari hjá fremmandum valdi at leggja Føroyar undir seg, og endin gjørdist, sum øll vita, at Føroyar komu undir norskt kongsvald sum eitt sovnevnt norskt skattland. Nýggi samfelagsstovurin kirkjan gjørdist ein tann týdningarmesti stovnurin og høvuðssæti kirkjunar, Kirkjubøur gjørdist mentanarháborgin burturav.

 

Ólavur Halgi, ein hin mætasti kongur í Norður­londum, varð av katólsku kirkjuni kosin halgi­menni, og so var upplagt at gera deyðadag hans­ara til ein stóran kristnan hátíðardag. Ólavs vøka gjørdist skjótt ein tann týdningarmesti halgidagur í Norðurlond­um. Soleiðis eisini í Føroy­um, og hvat var meira hóskandi enn at byrja tingsetuna hendan dagin. Tann 29. juli gjørdist sostatt ein týðandi politiskur merkis­dagur, og hetta markeraði samband millum politiskt vald og kirkjuvald.

Altingið gjørdist, eftir at norska imperialisman í Norðurhøvum hevði sigrað, til eitt løgting við avmarkaðum lóggávuvaldi og avmarkaðum dómsvaldi. Høvuðstýdningur tingsins var, at fólkið í oyggjunum hevði umboðan mótvegis fyrst norskum síðan donskum yvirvaldi. Útinnandi valdið lá hjá norskum og seinni donskum stats­valdi og Føroya politiska skipan gjørdist tí lík skipanini í okkara grannalondum.

 

Tað løgting, sum nú, eftir vakra skrúðgongu, hátíðarliga verður sett Ólavsøkudag, hevur tí djúpar søguligar og mentanarligar røtur og er eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum. Hetta pliktar tingmenn at taka tingstarv í størsta álvara. Tinglimir ráða yvir vælferð okkara. Hvør einasta avgerð, stór ella lítil, tikin á Føroya løgtingi, ávirkar hvønn einasta føroying. Tinglimir eiga at vera tilvitandi um hetta, og vónandi eru allir tinglimir tilvitandi um ta stóru ábyrgd, ið liggur á herðum teirra. Hetta merkir eisini, at tinglimir eiga at virða tingstarvið og innan sum uttan tinggátt bera seg at við tign og sóma, soleiðis at virðingin millum manna fyri tingstarvinum ikki minkar, men heldur støðugt veksur. Tað er gott fyri fólkaræðið og gott fyri okkum øll, tí vit eiga at vera stolt av okkara aldargamla løgtingi.

 

Síðan seinastu Ólavsøku er nógv broytt í heim­inum eins væl og í landi okkara. Alheims­liga fíggjarkreppan gjørdist til lemjandi búskapar­kreppu, sum eisini ber við hjá okkum. Tað ræður tí um, at allir flokkar og allir føroyingar standa saman og semjast um samhaldsfastar loysnir. Hetta krevur, at landsins politiska leiðsla kemur við greiðum, realistiskum og samhaldsføstum loysnum, sum kunnu vinna breiða undirtøku í fólkinum. Hetta krevur politiskt dirvi, sam­starvsevni og samstarvsvilja, og hetta krevur, at vit øll medvirka til, at land og fólk koma heilskapað burturúr hesi stóru hóttan móti okkara vælferð og okkara fólkaræði.

 

Ólavsøkan er okkara tjóðhátíð, og hon er vorðin ein hin týdningarmesti parturin av samleika okkara sum tjóð, eins og tjóðarhátíðin hevur sera stóran týdning fyri samanhangsmegina í Føroya fólki. Í eini tíð, har dimm skýggj draga á luftina og fólk ikki uttan orsøk kanska hava lyndi til at stúra fyri framtíðini skal Ólavsøkan framvegis vera felags stimbrandi og savnandi hátíðin. Latið Ólavsøkuna vera við til at menna og eggja til bjartskygni hóast døpur útlit. Vit hava brúk fyri semjum og samanhaldi, sam­halds­festi og bjartskygni og hevur Ólavsøkan alstóran týdning í hesum høpi. Hóast ymisk í politiskum og átrúnaðarligum málum eru nøkur grundleggjandi virði, sum vit øll eru samd um, sum vit øll eiga og sum vit øll verja: fólkaræðið, málið, mentanin og samleikin. Føroyingar eru góðir við ólavsøkuna, og hátíðin hevur veruliga stóran týdning fyri okkum øll. Hon er vøkur, stórfingin og fjølbroytt. Her er gaman og álvara, og ólavsøkan er vorðin stevnan yvir øllum stevnum. Ólavsøklan er vorðin eitt við Tórshavn er tætt knýtt at høvuðsstaðnum, hon er vorðin eitt við Havnina, og Havnin er vorðin eitt við Ólavsøkuna. Men Ólavsølan er og verður samstundis hátíðin hjá øllum føroyingum úti sum heima.

 

Øll royna, tað besta tey evna, til tess at gera ólavsøkuna so góða sum møguligt, og nýggj tilboð eru mestsum fyri hvørja ólavsøku. Vit í Miðlahúsinum fara eisini at gera okkara til tess, at ólavsøkan skal gerast ein stór uppliving. Vit hava opið hús, og her verður framsýning av skemtitekningum hjá Óla P, brot úr filminum Føroyskar Søgur 2 verða víst og her verða tónleikatiltøk. Okkara miðlapallar fara at vera livandi alla Ólavsøkuna. Vit fara soleiðis eisini hesa ólavsøkuna at gera okkara til, at umhvørvið í Vágsbotni stendur sum nakað heilt sermerkt, ein mentanardepil í gomlu Havnini. Her møtast gamalt og nýtt, her eru tilboð av ymsum slag, og her er framúr hugnaligt, ein sonn oasa í býarmeldrinum. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum eina góða Ólavsøku.