Stilt á flogvøllinum í løtuni

Tað er himmalvíður munur á fólkatalinum á flogvøllinum í Vágumí dag og í gjár.

Í gjár var stúgvandi fult av fólki í fráfaringarhøllini, meðan tað í dag er mest sum menniskjatómt.

Atlantsflog hevur boðað fólki frá, at tað eru seinkingar í flogferðsluni og hevur tí biðið fólk um ikki at koma vestur, sigur leiðarin av Kafé Vágar, Leila Anita Falkvard.

Seinast nýggja um flogferðsluna er, at flogfarið, sum skuldi koma klokkan 12.30 í morgun úr Bergen verður væntað klokkan 14.15. Flogfarið, sum skuldi koma úr KEypmannahavn klokkan 8.05 verður væntandi í Vágum klokkan 16.15.

Síðani verur einki flogfar væntað í Vágar aftur fyrr enn klokkan 21.00, og tað er flogfarið, sum skuldi koma klokkan 9.05.

Fyrsta fráferðin ur Vágum verður væntandi ikki fyrr enn klokkan 15.00, og hjá teimum, sum skulu við tí flogfarinum er vl sloppið, tí tey eru bert 1,45 tímar seinkað. Hetta er eitt flofar, sum flýgur umegis Keypmannahavn til Billund.

Næsta flogfarið fer væntandi avstað klokkan 17.00. Tað er flogfarið, ið annars skuldi flogið klokkan 9.05.