Stillararnir eru ikki bundnir

Tey einstøku biskavalevnini skuldu í minsta lagi hava 50 stillarar

Agnar Nielsen:

 

Tað hevur enn ikki eydnast at fingið uppspurt hvussu nógvar stillarar tey einstøku valevnini hava, men álítandi keldur siga at talið liggur frá beint omanfyri 50 og eitt eindur upp upp um 80. Jógvan Fríðrikson hevur yvir 80 stillarar. Agnar Nielsen, kirkjuráðslimur í Vestmanna heitti á veljararnar um ikki at kenna seg bundnar at velja tey valevni, sum teir vóru stillarar hjá, bara tí tey vóru stillarar.

- Tá íð eg segði ja til at vera stillari, segði eg ja, tí valevnið eg eri stillari hjá var fyrst. Eg kundi ikki vita tá hvat hini valevnini stóðu fyri. Tað veit eg nú eftir hendan veljarafundin. Eg kenni meg ikki bundnan at velja valevnið, sum eg eri stillari hjá. Eg fari at heita á kirkjuráðini um at velja eftir síni sannføring, segði Agnar Nielsen, íð sum royndur politikkari dugdi at fáa boðskapin út.