Stigabýti í Sarpugerði

Gestirnir úr Sundalagnum komu framum við málum frá Hans Paula Samuelsen og Kristoffur Jacobsen.

 

Í báðum førum var talan um deyðbóltstøður, har bólturin varð skotin beinleiðis í kassan. Hans Pauli Samuelsen umsetti fríspark til mál tíðliga í seinna hálvleiki, meðan Kristoffur Jacobsen løtu seinni skoraði við brotssparki.

Í millum málini bæði var Alex Jose dos Santos, vongverjin hjá EB/Streymi, rikin av vøllinum. Hann hevði fingið eitt gult kort í fyrra hálvleiki, og tá hann so gjørdi eina ófantaliga takling hevði Dagfinn Olsen einki annað val, enn at taka sama kort fram aftur, sum síðani bleiv til reytt.

 

Hetta dugdi Víkingur sanniliga at gagnnýta. Fyrst gjørdi Súni Olsen Hans Paula Samuelsen kynstrið eftir og skoraði við beinleiðis frísparki, og síðani var Sølvi Vatnhamar framvið, tá tað var trunkaspæl í feltinum hjá EB/Streymi.

 

Súni Olsen og Niclas Niclasen vóru báðir sjúkir og byrjaðu tískil ikki inni, men sjúkan sat eftir øllum at døma ikki í beinunum hjá Súna Olsen, tá hann varð settur á vøllin.

 

Men dysturin millum silvur- og bronsuvinnararnar frá í fjør endaði altso við stigabýti.