Stig-Roar Søbstad fær ongan sáttmála

Norski framherjin, sum flutti til B36 í summar, var eingin fongur hjá árstalsfelagnum. Hann skeyt einki mál í teimum sjey landskappingardystunum, hann spældi fyri B36 í seinnu kappingarhálvu.

 

Hann hevur tí ikki sannført nevndina í felagnum, at hann skal fáa nýggjan sáttmálan.

 

28 ára gamli Søbstad flutti til Føroya, tá hann skrivaði sáttmála við AB á sumri í 2009. Aftaná 27 dystir og 11 mál fyri argjamenn skifti hann til B36.