StÍF vann trygt

Strandingar lótu ongan iva vera um, hvør átti munin, tá teir vitjaðu í Klaksvík

Nógvar dystir í ár hava strandingar sera tepurt verið við undirlutan, og tí er endastøðan mest sannlíkt eitt pláss sum næst niðastir á stigatalvuni.

 

Í dag lótu teir tó ongan iva vera um, at teir eru betri enn Team Klaksvík, sum er aftast í bestu mansdeildini í hondbólti. 

 

Hóast heimaliðið byrjaðu betur, so togaðu gestirnir seg upp á javnt eftir einum korteri, og so gekk mest sum bara ein veg. Eftir steðgin helt StÍF bara á fram, og tá orkan hjá heimamonnunum fór at ganga undan, gjørdist talan um sannan stórsigur.

 

Team Klaksvík-StÍF 20-32 (10-14)