StÍF gjørdi tað umaftur

Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum vann kvinnuliðið hjá StÍF á útivølli ímóti Neistanum.

Mynd frá dystinum í dag.

Síðsti dystur í bólki 1 í Coca Cola-steypakappingini hjá kvinnum fyrr í dag. Talan var um dyst ímillum Neistan og StÍF, ið varð spældur í høllini á Hálsi.

 

Neistin vann greipuna í fjør og er á odda í landskappingini í fjør, men á heimavølli ímóti StÍF hava neistakvinnur tað trupult. Fyrr í hesum kappingarárinum vann StÍF fullkomiliga óvæntað 22-20 á útivølli ímóti Neistanum, og fyrr í dag endurtóku strandakvinnurnar bragdið.

 

Eftir hálvleiksstøðuna 15-15 vann StÍF nevniliga 25-21. Serliga var tað Fríðrún Olsen hjá StÍF, sum átti stóran lut í sigrinum, tí at hon skoraði heili 10 mál.

 

Endaliga støðan í bólki 1 hjá kvinnum gjørdist hendan:

 

1. StÍF - 4 stig

2. Neistin - 2 stig

3. Stjørnan - 0 stig

 

Málskjúttarnir í dystinum síggjast niðanfyri:

 

Neistin: Marjun Danberg 7, Drós Ragnarsdóttir 4, Barbara Johannesen 2, Jacklin Durhuus 2, Eir Berg 2, Lilja Mohr 1, Nicoleta Hansen 1, Birita Wardum 1 og Brynja Høj 1.

 

StÍF: Fríðrún Olsen 10, Rebekka Justinussen 4, Birna Tummasardóttir 4, Guðrið Poulsen 3, Bára Berthelsen 3 og Paula Høgnesen 1.

Mynd frá dystinum í dag.

Mynd frá dystinum í dag.

Mynd frá dystinum í dag.

Mynd frá dystinum í dag.

Mynd frá dystinum í dag.