Steypið verður standandi í Klaksvík

Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Mjølni hava endurvunnið gullið í steypakappingini. Hetta gjørdist greitt, eftir at tær vunnu 3-1 á SÍ í finaluni leygardagin

Tað var lagt upp til eina spennandi steypafinalu hjá kvinnum leygardagin. Finalan var nevniliga ein endurtøka av steypafinaluni í fjør, tá ið Mjølnir koppaði fimm sett gysaranum til sín fyrimun og vann 3-2. Mjølnir-liðið var at kalla hitt sama, sum vann finaluna í fjør, og við nógvum royndum leikarum afturímóti fleiri ungum og nýggjum hjá SÍ, mátti Mjølnir átaka sær heitið sum lítil favorittur undan finaluni.
Hýrurin á áskoðaraplássunum var stórsligin og serliga vóru tað vágafólk, ið vóru litrík og mælsk.

Mjølnir streyk avstað
Í fyrsta setti vóru tað royndu leikararnir hjá Mjølni, sum vístu vegin og at síggja til ikki høvdu nervarnar sitandi uttaná. Tær vóru á odda at kalla alt settið og vunnu tað at enda 25-21.
Í øðrum setti vóru tær úr Mjølni framvegis væl upplagdar og løgdu seg skjótt á odda 4-0, áðrenn SÍ-venjarin, Nicola Kapric, sá seg noyddan at taka time-out. Hetta bøtti tó lítið um, tí Mjølnir bæði helt fast og økti um leiðsluna, og eina løtu vóru tær á odda 15-4. Tað tóktist eins og slagstyrkin vantaði í álopspartinum hjá SÍ, men tá ið leiðslan gjørdist hóskandi stór, fór Mjølnir at gera óneyðugar villur, sum helst stóðust av minni hugsavnan vegna júst hesi stóru leiðsluni. SÍ fór eisini at spæla gløggari heldur enn við megi, og vóru tær omaná í flestu longu bóltunum, sum merkti, at tær minkaðu niður í 12-17 og 14-19. Tá fór maskinan hjá Mjølnir aftur í gongd og avgjørdu tær settið við at vinna tað greitt 25-16.

SÍ koppaði settinum
Byrjanin í triðja setti var ein endurtøka av teirri í øðrum setti. Mjølnir vann seg upp á 4-0 og SÍ tók time-out. Hesaferð munaði betur enn í øðrum setti, tí áðrenn klaksvíkskvinnur høvdu vent sær, so var 4-4, og Mjølnir mátti taka time-out. Bóltarnir komu í hús umvegis sera góðar servur frá Karini Mikkelsen og tá ið Mjølnir royndu seg, var SÍ-blokkurin sum ein livandi múrur.
Hetta lyfti SÍ upp á eina 7-4-leiðslu, áðrenn Mjølnir fingu svarað aftur og tikið Karina Mikkelsen burtur frá servuni. SÍ helt teprari leiðslu fram til Mjølnir á fyrsta sinni gjørdi kál á leiðsluni við støðuna 11-11. Tá kom stórspælið hjá veteraninum, Karini Mikkelsen, veruliga til sjóndar og rundaði hon fleiri góðar bóltar av við at langa teir í gólvið, soleiðis at SÍ kom heilt upp á 15-11. Haðani hildu tær leiðsluni væl og vunnu at enda settið 25-19. Stórir partar av spæli teirra riggaði munandi betur enn undanfarnu settini, og serliga umvegis størri vága í álopspartinum, vunnu tær hetta settið fult uppiborið.

Avgjørdar klaksvíksgentur
Fyri at tað ikki skuldi vera lygn, so endur-endurtók byrjanin seg í fjórða setti eins og undanfarnu tvey settini. Mjølnir kom á odda 4-0 og SÍ-venjarin noyddur at taka time-out. Aftur hesaferð tóktist Nicola Kapric hava funnið røttu orðini fram, tí løtu seinni hevði SÍ minkað niður í 5-6.
Tá tóku Mjølnir sær aftur um reiggj, útihýsti SÍ fullkomiliga næstu bóltarnar og legði seg á odda 15-7. Henda einvegis ferðslan helt sær settið á tamb og vann Mjølnir at enda settið heili 25-11. Mjølnir-venjarin, Boban Ilic, nýtti høvið at geva fleiri av minni brúktu leikarunum møguleikan ímóti endanum av settinum. Tað sama gjørdi ein uppgevandi SÍ-venjari.
Hetta vitnaði bara um tað yvirskotið, ið Mjølnir hevði í dystinum. Ikki óvanligt kastaði favoritturin triðja settið, men vunnu tær hini settini lutfalsliga trygt og umvegis 3-1-sigurin gjørdu tær púra greitt, at steypið stendur á rætta stað heima í Klaksvík.