Steypavinnararnir lógu eftir á

AB kvinnurnar fara ikki at endurtaka sigurin í steypakappingini frá í fjør. Tað er greitt, eftir at fjórðingsfinalurnar eru spældar seinnapartin í dag.

AB kvinnurnar vitjaðu í Klaksvík, og KÍ vann 3-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Í 1. hálvleiki var heimaliðið leikliga omaná. Í 2. hálvleiki hevði AB bóltin meiri enn KÍ, men heimaliðið var vandamikið hvørja ferð tær fóru í skjót mótálop.

Sigrid Jacobsen legði KÍ á odda í 9. minutti, eftir at hon varð spæld púra leys mitt fyri málinum. Tá ið ein lítil hálvur tími var farin, javnaði Ásleyg Súnadóttir. Hon gjørdist leys eftir langa sending úr AB verjuni og kiks í KÍ verjuni.

Tveir minuttir seinni legði Rannvá B. Andreasen heimaliðið framum aftur við fínum langskoti, og fimm minuttir undan steðginum staðfesti Sofía Purkhús 3-1 heimasigurin, eftir at hon var spæld púra leys mitt fyri málinum.