Heldur óvæntað fekk NSÍ í síðstu løtu Ulrik Balling við til dystin móti GÍ. Hann byrjaði inni í staðin fyri Óla Hansen í álopinum.
Ongin ivi er í, at Ulrik Balling hevur sínar dygdir. Á Ólavsøku átti hann stóran leiklut í sigrinum um løgmanssteypið. Móti GÍ átti hann ikki minni leiklut í 2-0 sigrinum. Við sínum skjótleika og beinleiðis spælið, var hann ferð eftir ferð ein hóttan móti verjuni hjá gøtumonnum. Og tað vistu gøtumenn eisini, og tí høvdu teir altíð 2-3 tríggjar mans, sum meira ella minni ansaðu honum, og tað gav sjálvandi pláss til hinar runavíkingarnar.
Hetta pláss gjørdu teir tó ikki brúk av í byrjanini av dystinum. Tí tað var GÍ sum legði betri fyri. Gøtumenn høvdu bóltin meir, men stinna verjan hjá NSÍ helt teimum vekk frá teimum stóru møguleikum.
Tá okkurt um eitt korter var farið høvdu gøtumenn fyrstu veruligu royndina á mál, tá Súni Olsen royndi seg við einum góðum skoti úti frá.
NSÍ vandamiklari
So hvørt sum fyrri hálvleikur leið kom NSÍ meira við í dystin. Teir blivu meira sinnaðir at fara fleiri framvið, tá mótálop spurdust burturúr. Og einar tríggjar ferðir vóru teir heilt nær við at fáa fyrsta málið.
Bæði Sonni L. Petersen og Bergur Djurhuus brendu góðar møguleikar, og Ulrik Balling hevði eitt gott skot mitt á Hallur Hansen í GÍ-málinum.
Eftir hetta var tað sum at GÍ kom meiri við aftur, og Bartal Eliasen hevði eina góða roynd við høvdinum eftir hornaspark, men NSÍ-verjan stóð fyri tá bólturin hevði kós móti málinum.Løtu seinni hevði Súni Olsen ein heilfluktara sum fór beint við síðuna av, eftir at gøtumenn tóku eitt skjótt fríspark.
Tá tað manglaðu okkurt um tríggir minuttir av fyrra hálvleiki, kom so fyrsta málið í dystinum. Jens Martin Knudsen tveitir bóltin út til Sjúrð Jacobsen í vinstru síðu. Sjúrður fór framvið tveimum gøtumonnum, áðrenn hann við eini neyvari avlevering fann Ulrik Balling, sum setti høvdið á so bólturin fór í mál.
NSÍ fekk veruliga blóð uppá tonnina av hesum málinum, og beint aftaná kundi sami Balling gjørt tað til 2-0, tá Helgi L. Petersen sendi bóltin innfyri úr høgru síðu.
Hálvleikstøðan var 1-0 til NSÍ, og hóast gøtumenn kanska høvdu havt bóltin meira og fluttu hann væl runt, so vóru runavíkingar vandamiklari, serliga í mongu mótálopunum sum spurdist burturúr.
GÍ meiri spæl
Hevði GÍ havt bóltin meir í fyrra hálvleiki, so bleiv tann yvirvágin enn greiðari í seinna hálvleiki. Krzystof Popczynski kom inn í álopið, og Súni Olsen bleiv fluttur longur aftur á vøllin. GÍ hevði nógv spæl fram móti NSÍ-brotsteiginum, men so vóru álopini avbrotin av verjuni hjá NSÍ.
Men heilt snikkaleysir sluppu runavíkingar ikki. Magni Jarnskor fekk ein bólt uttarlaga í NSÍ-brotsteiginum, spældi hann tvørturum til Krzystof, men hann rakti ikki bóltin, og í staðin kom Súni Fríði Johannesen at standa rangstaddur. Her burdu gøtumenn javnað.
Eftir hetta var langt millum málmøguleikarnar. Runavíkingar tóktist hava tamarhald á støðuni, og GÍ royndi í sínum lagi at flyta bóltin skjótt, men sjáldan kom nøkur vandamikil støða burturúr.
Reytt kort
Men bæði liðini vóru ágrýtin, og fóru í nærdystirnar við fullum alvi. Og onkuntíð vóru taklingarnar í so harðar, og tí vóru fleiri gul kort á lofti í seinna hálvleiki.
Tá hálvur timi var farin av seinna hálvleiki, fekk GÍ ein góðan møguleika, tá Súni Fríði spældi inn til Súna Olsen sum skeyt beint við síðuna av.
Sum dysturin fór at halla, kastaði GÍ alt fólkið fram. Hetta gav NSÍ enn meira pláss til mótálop, og tað var júst eitt slíkt ið avgjørdi dystin tá bert fýra minuttir vóru eftir. Kári Hansen fór einsamallur í gjøgnum GÍ-verjuna, og komin inn móti málmanninum fekk hann akkurát skotið bóltin framvið og inn í málið. Nú var ongin vegur aftur hjá GÍ.
Í síðsta minutti bleiv rættuligt rok millum leikarar á báðum liðunum, og tað endaði við, at málskjúttin til 2-0 Kári Hansen varð rikin av vølli.
Samanumtikið ein undirhaldandi dystur, har GÍ hevði bóltin mest, men NSÍ hevði vandamiklaru málmøguleikarnar. Úrslitið merkir, at NSÍ fór framum GÍ á øðrum plássi. Men javnt er í oddinum, og enn eru nógv lið um boðið til at gerast meistarar.
Dysturin í tølum:
GÍ-NSÍ 0-2(0-1)
0-1: Ulrik Balling
0-2: Kári Hansen










