Steyparadio á Rás2 frá klokkan 15 í dag

Rás2 hevur eina upptaktssending uppá fýra og ein hálvan tíma áðrenn sagt verður frá finaluni um løgmanssteypið

Í dag verður stór steypafinaluupptakt og steypafinalu-frásøgn á Rás2.

 

Klokkan 15 til 17 fer André Olsen at vitja økið har B36-fjeppararnir hita upp til steypafinaluna í Gundadali, og Petur Asbjørn Lervig fer at vitja økið har NSÍ-fjeppararnir hita upp til steypafinaluna í Runavík.

 

Klokkan 17 til 18.45 endurhoyra vit SportBoxina frá fríggjadegnum, sum hevur fleiri innsløg um steypafinaluna.

 

Eftir hetta verður sent beinleiðis aftur av Tórsvølli, har Tróndur Arge fer at siga frá finaluni um løgmanssteypið millum B36 og NSÍ.

 

Tá steypið er handað verður sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2.

 

Til ber at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá steypafinaluni. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo gjøgnum kvøldið.