Steyparadio á FM1 frá klokkan 15

FM1: Tað verður steypastemningur á FM1 millum klokkan 15 og 17, og tú kanst vinna eina nátt á Hotel Brandan fyri tvey við morgunmati

Um vikuskiftið verða steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum í fótbólti. Hjá monnum spæla KÍ og Víkingur, og hjá kvinnum er tað KÍ móti HB. FM1 hevur steyparadio frá klokkan 15 til 17.

 

Í sendingin verður tosað við viðmerkjarar, umboð fyri fjepparafeløgini og umboð fyri liðini. Millum tey eru Hans Jørgen Djurhuus, Jákup Ósá, Petur Jákup Heinesen og Eyðun Thorgeirsson.

 

Tosað verður eisini við Mariu Ziskason, sum er samskipari av kvinnufótbóltinum í Føroyum, og John Eystberg venjara hjá HB, og vónandi eisini einum umboði fyri KÍ kvinnurnar.

 

Í sambandi við sendingina kanst tú vinna eina nátt á Hotel Brandan fyri tvey við morgunmati. Drigið verður millum øll, sum tippa úrslitið av finaluni, ella koma við skilagóðari ella stuttligari viðmerking á 559999. Drigið verður klokkan 16.50!