Steypakapping í estetiskum fimleiki

Sunnudagin verður fyrra umfarið í steypakappingini hildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn

26 lið hava meldað til luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur kvinnuunglingar og kvinnur.

 

Feløgini, sum hava melda til eru, Flog við trimum liðum, Støkk við sjey liðum, Ljósið við seks liðum g Havnar Fimleikafelag, sum hevur 10 lið við í kappingini.

 

Kappingin byrjar klokkan 13 við teimum yngru, also pinkum og smágentum. Síðani verður heiðursmerkjahandan, og klokkan 16 fara gentur, kvinnuunglingar og kvinnur at kappast.