Steypahetja heldur fram í B68

Betri deildin menn: B68 hevur tryggjað sær 19 ára gamla verjutelentið, Aron Reinert Hansen

B68 hevur tryggjað sær 19 ára gamla verjutelentið, Aron Reinert Hansen, fyri tey komandi tvey árini. Hann spældi í miðverjuni í samfullar 120 minuttir í steypafinaluni uttan at lata mál inn.

 

- Eg havi trivist sera væl síðan eg skrivaði undir fyrstu ferð, so eg eri sera nøgdur fyri mína avgerð. Hetta er heilt sikkurt tað rætta fyri meg og mína framtíð. Eg gleði meg at arbeiða viðari saman við hesum fantastiska hópinum, sigur Aron Reinert Hansen við sosialu miðlarnar hjá B68.

 

Aron Reinert Hansen er í holt við sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá B68, eftir at Aidan Liu bleiv seldur í summar. Ungi miðverjin stóð í skugganum av amerikanska miðverjanum, sum miðskeiðis í kappingini skifti til týskan fótbólt.

 

B68 bleiv nummar sjey í ár og spælir aftur í Betri deildini komandi kappingarár.

 

##med2##

 

Mynd: (B68) Høgni Petersen, formaður, og Aron Reinert Hansen