TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr steypafinalu-upptaktssamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við umboð fyri kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli, sum spæla steypafinalu klokkan 13.30.
Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Kathe Frederiksen (VÍF) og Turið Arge Samuelsen (Kyndil) møttu í Rásarúminum til eitt prát um stóru uppgávuna, sum er fyri framman hjá báðum liðunum í morgin.
Hvørgin torir at útrópa sítt egna lið sum ein greiðan favoritt, men báðar trúgva uppá egnan mátt. Semja er tó um, at tað verður ein jøvn og tøtt steypafinala í morgin.