Var VÍF favorittur undan steypafinaluni móti Neistanum áðrenn, so eru teir helst enn størri favorittar, eftir at Kyndil lættliga vann stórsigur, 27-17 á grannunum úr Neistanum.
Neistin kom eitt sinudr óvæntað í steypafinaluna í vikuni, men teir megnaðu ikki at byggja víðari upp á steyparúsin. í dag taptu teir bláu stórt fyri Kyndli, sum er komið fyri seg, eftir at teir totalt knekkaðu í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini móti VÍF.
Tað gekk annars javnt á í fyrra hálvleiki, men so skjótt seinnu hálvleikur byrjaði fór Kyndil frá. Tað er ikki til at siga hvønn týdning hetta fær fyri finaludystin, ella hvussu nógv neistamenn løgdu fyri í dag, men spæla teir ikki betri í finaluni, so tapa teir helst.
VÍF vann á H71
Í Vestmanna vann VÍF 25-19 á H71. Sum ikki eina ferð, so gekk Filip Jocic á odda við málskjótingini. Hann skoraði átta mál fyri VÍF, og síðani skoraði ongin meiri enn trý mál fyri VÍF. Toppskjútti hjá H7 var Mark L. Marcher.
VÍF(22 stig) er framvegis oddalið í landskappingini, meðan Kyndil(19 stig) er á øðrum plássi.
Kyndil - Neistin: 27-17 (7-7)
Kyndil: Hjalti Backmann 4, Julian Johansen 4, Finnur Hansson 4, Frank B. Askildsen 4, Birgir Poulsen 3, David Edvardsen 3, Torvald Abrahamsen 2, Bjarni Sørensen 2, Eirikur Simonsen 1
Neistin: Sjúrður Thomassen 5, Andras Joensen 3, Tommy Fletcher 2, Rói Berg Hansen 2, Kristian Dulavík 2, John í Innistovu 1, Carl Herup Olsen 1, Torkil Hentze 1
VÍF – H71: 25-19 (13-10)
VÍF: Filip Jocic 8, Sjúrður Olsen 3, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Áki Egilsnes 2, Mads Eriksen 2, Hanus Christophersen 2, Sjúrður Nielsen 2
H71: Mark L. Marcher 7, Rúni V. Højgaard 5, Hans Kári Hansen 4, Jesper Pedersen 2, Hilmar leon Jakobsen 1
Hondbóltur:
Leygardagin kl. 18.00 KÍF – StÍF (menn) 26-22
Sunnudagin kl. 14.30 VÍF – Stjørnan (kvinnur) 31-20
Sunnudagin kl. 14.30 Kyndil – Neistin (kvinnur) 18-22
Sunnudagin kl. 16.00 VÍF – H71 (menn) 25-19
Sunnudagin kl. 16.00 Kyndil – Neistin (menn) 27-17










