Steypafinalan við Allani Norðberg og KA beinleiðis á RÚV leygardagin

Steypafinalan millum KA og Val byrjar leygardagin klokkan 16

Mynd: visir.is

Mynd: visir.is

Í morgin klokkan 16 spæla føroysku landsliðsspælararnir, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell størsta dystin í teirra yrkisleið sum hondbóltsspælarar hjá KA í Akureyri.

 

Tá byrjar íslendska steypafinalan, har liðið hjá Allani og Satchwell, KA er greiður "underdog" móti krútsterka høvuðsstaðarfelagnum, Vali. Men í hondbólti kann alt henda, og vit heima í Føroyum vóna sjálvandi, at vit fáa nakrar føroyskar steypavinnarar í Íslandi.

 

Í landskappingini er Valur næstfremst við 26 stigum, einum stigi minni enn oddaliðið, Haukar. KA er nummar átta í bestu deildini við 17 stigum. 

 

Tá Valur og KA møttust í Reykjavík 27. februar vann Valur heili 33-19, so Allan og Satchwell og hinir hjá KA fáa ein harðan dyst. 

 

Til ber at fylgja íslendsku steypafinaluni á RÚV, ið eisini sæst hjá Televarpinum. Upptaktin til steypafinaluna byrjar klokkan 15.30. 

 

Kvinnuliðini hjá Vali og Fram spæla steypafinalu klokkan 13.30, so RÚV sendir hondbólt frá klokkan 13. 

 

Mynd: visir.is

Mynd: visir.is