Seinnu árini hevur síðsta vikuskiftið í august verið eyðkent av, at tá hava flestu steypafinalurnar í fótbólti verið.
Soleiðis verður ikki í 2019. Sambært uppskoti til dystardagar, sum FSF hevur sent feløgunum til ummælis, so er ætlanin, at stóra finaluvikuskiftið í 2019 skal vera fríggjadagin 20. og leygardagin 21. september ella triðja vikuskiftið í september.
Farið verður undir steypakappingina átjanda apríl, sum er skírisdagur.
Fyrsta umfar í landskappingini er ásett at vera sunnudagin tíggjunda mars. Tvey tey fyrstu umførini vera, áðrenn landsliðið fer av landinum í EM undankappingarørindum. Triðja umfar verður sunnudagin 31. mars.
Fram til landsliðssteðgin, sum verður fyrst í juni, verður spælt í landskappingini hvønn sunnudag fram til annan juni. Einasta undantakið verður 21. apríl – páskadag. Sætta umfar verður 22. apríl ella annan páskadag.
Orsaka av landsliðssteðginum verður ikki spælt á hvítusunnu. Hvítusunnudagur verður sunnudagin níggjunda juni. Fríggjakvøldið undan hvítusunnu klokkan 19.45 verður EM undankappingardystur á heimavølli ímóti Spania, og tíggjunda juni - 2. hvítusunnukvøld klokkan 19.45 – verður EM undankappingardystur á heimavølli ímóti Noregi.
Fjúrtan umfør í landskappingini verða avgreidd undan summarsteðginum. Sunnudagin 30. juni og sunnudagin 21. juli er fimtanda umfar sett at vera. At talan er um tveir dystardagar hongur saman við luttøkuni í Europa kappingunum fyri lið.
Sum undanfarnu árini verður ólavsøkuumfarið á skránni dagarnar upp undir og á ólavsøku.
Í uppskotinum hjá FSF er bara roknað við einum umfari mitt í viku. Tjúgunda umfar er sett at vera mikudagin 21. august. Mikudagurin 25. september er reserveraður til at taka, um tað skuldi víst seg, at Europa luttøkan og/ella steypafinalan bera við sær, at tað verður neyðugt at flyta dystir.
Tvey umfør vera eftir, tá ið landsliðssteðgurin í oktober tørnar fyri. Leygardagin 27. oktober verður síðsta umfar í landskappingini.
Fótbóltsárið fer at enda við landsliðsferðini til Norra og Svøríki, har EM undankappingardystir vera ávikavíst fríggjadagin fimtanda og mánadagin átjanda november.