Steypafinalan ikki á ólavsøku

Fótbóltur: Samráðingar hava verið millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssambandið um finaluna í kappingini um Løgmanssteypið, sum ætlanin var at spæla á ovara vølli í Gundadali, men ikki er eydnast at finna eina semju, so tí er greitt, at steypafinalan í ár ikki verður spæld á ólavsøku.
Í staðin er finalan flutt til sunnudagin 1. august, og tað hevur eisini við sær broytingar í Vodafonedeildini, tí har verður 16. umfar framskundað til 27. juli, umframt at onkur broyting eisini er í 20. umfari.
Somuleiðis er møguligt, at onkrar broytingar verða í 1. deild hjá monnum, um so er, at nakað av liðunum í næstbestu deildini spælir seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, tí har er seinna hálvfinalan flutt til 8. juni.