Í fjør gjørdist Ingibjørg Olsen fyrsti føroyski hondbóltsleikarin, ið vann íslendsku steypafinaluna. Hetta hendi tá Ingibjørg saman við liðfeløgunum í ÍBV vann 31-29 á Vali í steypafinaluni.
Í morgin klokkan 16 fær Allan Norðberg møguleikan at gerast fyrsti mannligi føroyski hondbóltsleikarin at vinna íslendsku steypakappingini.
Tá spælir liðið hjá Allani, Valur nevnliga steypafinalu móti ÍBV, ið var liðið hjá Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus í fjør.
Íslendska ríkiskringvarpið, RÚV sum sæst hjá Televarpinum vísir steypafinaluna beinleiðis, so hondbóltsáhugaðir føroyingar fáa møguleikan at síggja dystin.
Talan er um ein stóran dag hjá Vali. Tí klokkan 13.30 spæla kvinnurnar hjá Vali eisini steypafinalu. Stjarnan verður mótstøðuliðið í finaluni.
RÚV vísir eisini kvinnufinaluna beinleiðis.