Hondbóltssambandið hevur boðað frá klokkutíðunum, tá steypafinalurnar verða spældar leygardagin.
Hjá kvinnum stendur finalan millum Stjørnuna og Kyndil, og her bríksla Sámal Paulason og Kári Hansen dystin ígongd klokkan 13.30.
Hjá monnunum er tað sum vant StÍF, ið er annar parturin. Hesa ferð er Kyndil mótstøðuliðið, og klokkan 16.00 blása Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen í floytuna fyri fyrstu ferð.
Sjónvarpið sendir frá steypafinalunum. Sjálvandi við tí fyrivarni, at antennuskipanin er fingin í rættlag til ta tíð.