Stevnur fyri tey yngru

Leygardagin 8. juni verða tær fyrstu Yngst-stevnurnar hjá Fótbóltssambandi Føroya hildnar kring landið. Stevnurnar eru í Leirvík, á Eiði, á Argjum, í Sandavági og á Tvøroyri. Fleiri stevnur eru eisini á skránni 22. juni.
FSF hevur í hesi vikuni skipað fyri kunnandi fundum fyri venjarum og áhugaðum um Yngst-verkætlanina. Ætlanin var at hava eitt impulsskeið um verkætlanina, men hetta varð avlýst vegna verkfall. Á fundunum hava venjararnir tosa um hugburðin og innihaldið í átakinum ?Yngst?.
Børnini, sum eru við á hesum tiltøkum, eru fødd í 1993 og 94.