Eg havi stevnt Fiskimálaráðnum at viðurkenna, at grindalógin er ógildug, tí Løgtingið hevur ikki lóggávuvald at seta nýggjar reglur í gildi í løgtingslóg um virksemi hjá politinum, sum snúgva seg um inntriv mótvegis persónum og lutum. Fiskimálaráðið hevur gjørt uppskot til grindalógina, og serliga §§ 10 og 11 í lógini í tøttum samstarvi við Fútan og hansara ákæruvald. Hesar ásetingar avmarka rættindi hjá borgarum munandi – frælsis- og mannarættindi, ið eru grundlógartryggjaði. Løgtingið hevur sambært heimastýrislógini lóggávuvaldið í yvirtiknum málum. Politiið er felagsmál og tí er tað Fólkatingið, sum hevur lóggávuvaldið viðvíkjandi politinum.Uppáhaldi um, at grindalógin er ógildug kemst av, at §§ 10 og 11 í grindalógini eru tiknar beinleiðis úr donsku politilógini, sum ikki er galdandi í Føroyum. Hetta er brot á yvirskipaðu lógirnar, sum Løgtingið byggir sítt lóggávuvald á, í hesum førinum grundlógina § 3 og fyritreytirnar í heimastýrislógini § 4, yvirtøkulógini § 3 og stýrisskipanarlógini § 1.Tí er uppáhaldi um, at grindalógin er ógildug eisini eitt prinsipielt mál, sum snýr seg um grundleggjandi viðurskifti, sum hava við fólkaræði og rættartrygdina hjá borgarum í Føroyum at gera.Avgerðin, at stevna Fiskimálaráðnum, er ikki nøkur løtt avgerð at taka. Hetta tí, at eg sum borgari í landinum seti spurnartekin við, um landsstýrið og politiið útinna sítt vald á ein rættan hátt í og við, at atlit ikki eru tikin til nevndu yvirskipaðu lógir í sambandi við ger av grindalógini.Fiskimálaráðið og politiið hava á hvør sínum øki eitt stórt vald í føroyska samfelagnum, sum samtíðis áleggur hesum myndugleikum at vísa ábyrgd, og fara skynsamt til verka, tá nýggj lóggáva á markinum til rættartrygdina hjá borgarum verður sett í gildi.Vónandi sær Løgtingið, Fiskimálaráðið og politiið týdningin av, at stevning nú er latin rættinum – ein stevning, sum grundleggjandi snýr seg um at fáa greiðu á, hvussu langt lóggávumyndugleikin hjá løgtinginum røkkur í mun til at seta nýggjar reglur í gildi fyri virksemi hjá politinum, sum framvegis er felagsmál sambært heimastýrislógini.Eg skrivaði herfyri eina greining um avbjóðingarnar í sambandi við ger av grindalógini, sum kann lesast á leinkjuni her www.tiljar.fo/greinar/blog10.php
Hoyvík, 20. august 2015
Henrik Weihe Joensen
Ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum.