Steve Jobs givin í Apple

Krabbamein er orsøkin, at Steve Jobs nú boðar frá, at hann gevst sum stjóri í fyritøkuni. Sjúkan hevur plágað sermerkta stjóran í sjey ár. Hon hevur havt við sær, at hann í fleiri umførum hevur verið sjúkrameldaður í rúma tíð.

Steve Jobs sigur tað ikki sjálvur, men i brævi skrivar hann, at hann ikki megnar at røkja tær uppgávur og skyldur, sum eru fylgja við stjórastarvinum í Apple.

- Eg havi altíð sagt, at tá tann dagurin kom, at eg ikki megnaði at røkja tær skyldur og liva upp til vónirnar, sum settar verða stjóranum í Apple, so skuldi eg vera tann fyrsti at boða frá hesum. Tíverri er hesin dagurin komin, ásannar Steve Jobs millum annað í brævinum.

Og tað er út frá hesum útsagnum at gitt verður, at Steve Jobs sipar krabbameinssjúkuna.

Steve Jobs er føddur í 25. februar 1955. Hann hevur onga útbúgving, men var í 1976 við at grundleggja Apple. Í 1985 fekk hann sekkin í Applen eftir ósemjur við stjóran. Síðani stovnaði hann aðra teldufyritøku, NeXT Computer og í 1986 keypti hann animatiónsfyritøkuna Pixar. Í 1996 verður NeXT Computer uppkeypt av Apple og stutt eftir gerst Steve Jobs stjóri í Apple.

Sambært Apple hava tey í fleiri ár verið greið um, at Steve Jobs fór at gevast. Tí hava tey eisini havt ein avloysara kláran í langa tíð. Hesin er Tim Cook, sum áður var rakstrarstjóri í Apple.