Skipið hjá Sea Shepherd, sum í longri tið hevur ligið við bryggjuí Hetlandi, tí hald avarð lagt á tað, slapp fyrradagin leyst av haldinum, ið var lagt á tað.
Í gjár fór skipið so úr Lerwick við leið móti Føroyum, og í nógva mjørkanum er tað nú beint sunnan fyri Borðuna á veg inn í Nólsoyarfjørð.
Sum kunnugt er Paul Watson ikki umborð á Steve Irwin, tí hann hevur verið í Australia og hildið fyrilestrar, og verður tí væntandi ikki umborð á skipinum fyrr enn sunnudagin ella mánadagin.
Sea Shepherd hevur annars boðað frá, at teir eru komnir til Føroya at steðga »árliga« føroyska grindadrápinum, so føroyingar bíða spentir eftir, nær hetta verður.
Hitt skipið hjá felagsskapinum, Brigitte Bardot, hevur verið åi Føroyum í umleið ein mánað, men enn hevur eingin hvørki føroyingar ella Sea Shepherd-fólk sæð nakran farveg til nakra grind í føroyskum øki.
Til ber at fylgja við, hvar Steve Irwin er við at TRÝSTA HER