Sterling umhugsar kapping við Atlantsflog

Vit hava ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni at flúgva upp á Føroyar, men tað er langt frá óhugsandi, at vit fara at seta slíka rutu á stovn, sigur Stefan Vilner frá Sterling Søgur hava seinastu dagarnar gingið um, at íslendska lágprís flogfelagið Sterling umhugsar at seta á stovn rutu millum Keypmannahavn og Vágar. Og marknaðarleiðarin hjá stóra íslendska felagnum avvísir ikki, at tað væl kann gerast veruleiki.

- Í løtuni hava vit so nógv jørn í eldinum, so beint nú hendir einki. Og mær vitandi hava vit heldur ikki sett nakra kanning í verk at lodda dýpið í sambandi hesa rutu, sigur Stefan Vilner.

Marknaðarleiðarin greiðir frá, at hjá teimum er tað so, at ymsu ruturnar fyrst verða settar á ein lista, og síðani verða gjølligar kanningar gjørdar av møguleikunum fyri at upprætta umrøddu rutu. Og kannningar eru sum nevnt ikki gjørdar enn í sambandi við eina møguliga Føroyarutu.

Treyðugt so hava teir á Sterling skeitt eitt sindur at flogmøguleikunum millum Danmark og Føroya, og teir fylgja eisini so frægt við, at teir vita, at bert eitt flogfelag nú er á rutuni.

Teir røkja framman undan fastar rutur millum einar 35 destinatiónir í Europa og Nor?urlondur. Í fjør fluttið felagið 5,3 milliónir ferðafólk í ógvuliga framkomnum flogførum, í flestu førum Boeing 737-800, ið tekur 189 fólk.

- Føroyar sum rutumál er avgjørt áhugavert fyri okkum. Vit kanna alla tíðina møguleikar fyri at menna okkum, og sjálvt um einki ítøkiligt er í umbúna í løtuni, er tað langt frá óhugsandi, at vit einaferð seinni fara at flúgva upp á Vágar, sigur Stefan Vilner, uttan tó at vilja seta tíðarfreist á.