Sterling takkar umboðsmanninum

Raheem Sterling takkar Aidy Ward fyri at hava fingið handilin í lag við Manchester City

Rokið um nú fyrrverandi framherjan hjá Liverpool, Raheem Sterling er liðugt. Sterling hevur skrivað undir fyri Manchester City. 

 

Søgan um søluna av Raheem Sterling hevur verið ein long og løgin søga, síðani tað gjørdist greitt, at Raheem Sterling segði nei til at leingja sáttmálan við Liverpool. Í bakgrundini hevur umboðsmaðurin, Aidy Ward arbeitt, og hevur fingið skuldina fyri at hava verið ein vánaligur ráðgevi hjá Sterling, og hann hevur eisini fingið skuldina fyri at hava sett Sterling upp ímóti Liverpool.

 

Men í sínari fyrstu miðlasamrøðu, sum Manchester City-spælari mintist Raheem Sterling til at takka umboðsmanni sínum:  - Eg vil takka fólkunum rundanum meg. Eg vil takka mammu og systrunum. Og eg vil takka Aidy Ward fyri at hava hjálpt mær at fokusera rætt, og at hava fingið meg til har, sum eg eri nú, sigur Raheem Sterling í einari samrøðu á heimasíðuni hjá Manchester City. 

 

Tað, sum hevur fingið ilt í summi er, at Aidy Ward hevur sagt, at hevði Liverpool havt ein annan høvuðsvenjara enn Brendan Rodgers, so hevði Raheem Sterling framvegis verið partur av hópinum hjá Liverpool. 

 

Keypsprísurin fyri Raheem Sterling liggur um eina hálva miljard krónur í okkara peningi.