Sterkur Stjørnu-bonkur

Stjørnan spardi fleiri stuðulsspælarar, men vann kortini tryggan sigur á StÍF týskvøldið

Sunset-kappingin

Næst seinasti dysturin í grundspælinum hjá kvinnum varð spældur týskvøldið, tá StÍF vitjaði hjá Stjørnuni.
Sum so var dysturin uttan nakran týdning, tí tað er longu greitt, hvørji fýra lið skulu spæla í FM-endaspælinum eftir jól. Somuleiðis siga reglurnar, at stigabýtið millum liðini tá aftur verður nullstillað, og tí kundi hvørgin parturin brúka ein møguligan sigur til nakað í so máta.

Líktist stórsigri
Tað gav so eisini venjaranum hjá Stjørnuni møguleika at geva nakað av spælitíð til spælarar, sum vanliga ikki sleppa at gera so nógv um seg týskvøldið. Og fyri fleiri teirra var eisini galdandi, at tær tóku av møguleikanum. Ikki minst unga Louisa Andreasen, sum vanliga er backup hjá Joan M. Djordjevic. Joan fekk reytt kort, tá Stjørnan vitjaði hjá Neistanum sunnudagin, og tí var Louisa sum so í lyklastøðu til hendan dystin.
Í fyrra hálvleiki fylgdi StÍF annars væl við. Okkurt skifti vóru tær eisini á odda, men eftir steðgin gekk fyri tað mesta ein veg. Stjørnan royndi støðugt at økja um leiðsluna, sum eitt skifti var seks mál. Heilt sett trumf á fingu tær tó ikki, men sigurin var ongan tíð í vanda, og tí má staðfestingin vera, at eisini á beinkinum er Stjørnan í løtuni sterkasta liðið í landinum.

Fakta um dystin
Stjørnan-StÍF 29-26 (13-11)
Málskjúttar
Stjørnan: Louisa Andreasen 10(1), Ragna Patawary 5, Maria við Neyst 5, Durita Christoffersen 4, Rósa Lassen 2, Birita Joensen 1, Durita Mikkelsen 1, Diana Poulsen 1
StÍF: Poula D. Olsen 9(2), Rebekka Justinussen 6(1), Malan Petersen 2(1), Elin Jacobsen 2, Sólfríð Christiansen 2, Ata Gregersen 2, Johanna í Króki 1, Gudny Ólavsdóttir 1, Sunfríð Johansen 1
Brotskøst: Stjørnan 1, StÍF 4
Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen