Sterkur sambandslisti í Havn

Fýra kvinnur stilla upp á Sambandslistanum í Suðurstreymi

Føroya Væl, sum er veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, hevði sín triðja og seinasta uppstillingarfund til Løgtingsvalið mikukvøldið.

Fleiri nýggj nøvn eru á listanum – eisini alment kend fólk.

Ingvør Nolsøe í Havn er nýggj á listanum. Hon royndi seg til fólkatingsvalið í november eisini, og tá fekk hon so mikið av atikvøðum, at um talan var um løgtingsval, so varð hon vald.

Georg L. Petersen, sjónvarpsmaður, stillar eisini upp. Hann hevur verið aktivur í politikki fyrr, tá hann var formaður í Ungmannafelagnum Samband. Hann stillaði einaferð upp í Sandoynni, men hevur annars ikki verið virkin í politikki seinnu árini.

Georg L. Petersen hevur verið blaðstjóri og tíðindaleiðari á Dimmalætting í fleiri ár, og hevur seinastu sløku tvey árini starvast sum tíðindamaður í Sjónvarpinum. 0000

Um tað fer at gangast honum eins og Høgna Hoydal og John Johannessen, fer so tíðin at vísa. Hann er eisini sonur Listbeth L. Petersen, løgtingskvinnur og fyrrverandi formann Sam,bandsfloksin, sum ikki stillar upp hesaferð – so skal familjan varðveita sæti á tingi eftir 102 ár, so er hann møguleikin.

Kitty-Mai Ellefsen er eisini nýggj á listanum. Ellefsen navnið er heldur ikki ókent í politikki. Hon er dóttir Jens Eli Ellefsen í Miðvági, sum fyrr hevur stillað upp fyri Fólkaflokkin. Hon er bróðirdóttir Paula Ellefsen, fyrrverandi formann Sambandsfloksins og Svend Aage Ellefsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann Fólkafloksins.

Saman við floksformanninum Kaj Leo Johannesen, fíggjarmálaráðharranum Magna Laksafoss, handilsskúlastjóranum Reidar Nónfjall mynda hesi 12 fólkini ein sterkan sambandslista í Havn.

- Føroya Væl fegnast um, at hugaligt hevur verið at arbeiða við listanum, tí áhugin hevur verið stórur sigur Bjarti Thomsen, formaður í Føroya Væl.

Valevnini hjá Føroya Væl eru hesi:

 

Tey tólv valevnini eru:

Annfinn Brekkstein

Kitty May Ellefsen

Hans Albert Hansen

Maj-Britt Jacobsen

Kaj Leo Johannesen

Magni Laksafoss

Høgni Mikkelsen

Jóna Mortensen

Ingvør Nolsøe

Reidar Nónfjall

Georg L. Petersen

Bjarti Thomsen

 

Miðalaldurin á valevnunum er 44 ár.

Kynsbýtið er:

Kvinnur: 25%

Mannfólk: 75%