Sterkur klassikari á Tjóðpallinum

Tað er djarvt av Tjóðpallinum at satsa upp á ein so krevjandi klassikara, sum Nátterherbergið eftir Maxim Gorki er. Men satsið eydnast og her býðst føroyska áskoðaranum eitt høvi at uppliva eitt meginverk í dramatisku heimsbókmentunum í eini livandi og viðkomandi føroyskari útgávu.

Ummæli

Uppsetingin hjá Tjóðpalli Føroya av Náttarherberginum eftir Maxim Gorkij (1868-1936) er ein sterk lýsing av menniskjalagnum, og hon er trúgv ímóti frásagnarháttinum í upprunatekstinum. Leikurin, ið varð skrivaður og settur upp fyrstu ferð í Moskva í 1902, er ein varði í dramatisku heimsbókmentunum og ein av høvuðstekstunum í naturalismuni innan sjónleikin, ið hevði sum stevnu at lýsa tann samfelagsliga veruleikan so neyvt sum gjørligt á palli og strembaði eftir at endurgeva persónar og umhvørvi so veruliga, sum til ber. Og í uppsetingini hjá Kristinu S. Hansen eru tað eisini persónar av kjøti og blóði við sterkum kenslum og litríkum persónsserkennum, ið vit møta. Men hóast trúskapin móti naturalistiska upprunanum kenst uppsetingin bæði moderna og livandi.


Samfelagsins taparar
Náttarherbergið snýr seg um tey fátækastu og mest útstoyttu í russiska samfelagnum um næst seinasta aldarskiftið. Vit eru í kjallaranum í herberginum hjá Mikail Kostylev, har samfelagsins taparar eru stúgvaðir saman. Tjóvurin Pepel fríggjar við konu Kostylev, Vasilisu, men hevur nú vent áhuga sínum móti yngru systir hennara Natasju. Har búgva eisini ein harðrendur lásasmiður Klestsj og deyðsjúka kona hansara Anna, ein miseydnaður sjónleikari, ið er vorðin drykkjumaður, ein falleraður barónur, sølukonan Kvasnja, ið selur mat á torginum, ein kortspælari, ið nevnist Satin, og Nastja, ein skøkja, sum droymir inniliga um romantiskan kærleika. Hesi fáa av og á vitjan av Bubnov, einum druknum harmonikuspælandi kasjett makara, og Abram, polititistur og farbróðir vertskonuna Vasilisu. Inn í hendan heimin trýnur pílagrímurin Luka, ein gamal og mildur fjakkari (sera hegnisliga spældur av Biritu Mohr), og ber vesaliga hópinum eitt sindur av troyst og vón. Hann uggar doyggjandi konu Klestj við lyftum um frið eftir deyðan, hann sigur sjónleikaranum frá einum viðgerðarheimi, har alkoholikarar kunnu verða grøddir uttan kostnað. Samstundis sum Vasilisa er vreið um, at Pepel forsmáar hana fyri yngru systrina, roynir hon at yvirtala hann at drepa mann sín, men Luka yvirtalar hann at lata vera og eggjar honum til at rýma við Natasju í staðin. Men áðrenn tað kemur so langt, hevnir Vasilisa seg inn á systir sína, og tað kemur til ein bardaga millum Pepel og Kostylev, sum endar vanlukkuliga. Hin gamli Luka rýmir, og hini sita eftir og tosa um hann og tað, ið hann hevur havt at týða fyri tey, meðan tey spæla kort og drekka. Sjónleikarin situr ólukkuligur fyri seg sjálvan, tí Luka gav honum ongantíð adressuna til viðgerðarheimið. Ein óvæntað og dramatisk hending endar leikin; hon skal ikki verða avdúkað her, men lakoniska endareplikkin, ið er løgd í munnin á kortspælaranum Satin, verður seint gloymd.

Eingin høvuðspersónur
Leikurin hevur ikki eina fasta og linjurætta hendingagongd ella nakran ávísan høvuðspersón. Her er tað ein hópur av menniskum, ið verður lýstur, men samstundis megnar Gorki meistarliga at fáa teir einstøku persónarnar at líkjast burtur úr við teirra lyndum, lagnum og serkennum.

Enn viðkomandi
Onkur vil helst spyrja, um ein leikur um taparar, neyð og elendigheit í russiska samfelagnum í 1902 hevur nakað at siga okkum í Føroyum í 2007. Svarið er ja. Tí hetta er ikki sosial pornografi, har neyðin verður útstillað fyri at vit skulu útliva okkara samkenslu við teimum, sum eru verri fyri enn vit, ella okkara ótta og vanvirðing fyri tí lívi, ið tey liva. Gorki var ein frálíkur lýsari av menniskjum og umhvørvum, sum av egnum lívsroyndum skrivaði um lívið á botninum í samfelagnum. Hann skrivaði ikki um tey útstoyttu sum ein eygleiðari, men úr teirra sjónarhorni. Tí lyftir leikurin seg upp um tað umhvørvið, ið hann lýsir, og gerst ein mynd av menniskjanum, sum er kroyst harút, har tað hómar avgrundina beint undir sær. Vit standa yvir av spurninginum – hvat er tað at vera menniskja, tá verðsligar ognir og samfelagslig tign og samleiki eru skrædlaði uttan av? Hvørji eru okkara val, tá tilveran onga eyðsýnda leið bjóðar okkum? Hetta eksistentiella lagið í tekstinum ber so væl og viðkomandi ígjøgnum, at tað kenst sum teksturin kundi verið skrivaður í gjár.

Veruleikakent umhvørvi
Men úr einum væl skrivaðum teksti spyrst ikki ein góður sjónleikur uttan eina uppseting, ið megnar at forloysa dramaið og tær persónligu søgurnar. Og tað megnar uppsetingin hjá Kristinu Hansen til lítar. Hon hevur valt at vera trúgv móti tí naturalistiska stílinum, sum leikritið er skrivað í. Umhvørvið er veruleikakent; búnar og leiktjøld endurspegla tann søguliga veruleikan, sum leikurin fer fram í. (Og pallmyndin er gjørd úr pappmasjé og máling – nei, ovnurin í persónarnir hita seg við, er múraður upp við múrsteinum, tann parturin av pallinum, sum í leikinum er uttandura, er lagdur við veruligum brúgvasteinum, og tann nærlagdi áskoðarin ber eisini eyga við grasstrá í rivunum her og har.). Dentur er lagdur á at spæla leiklutirnar á ein hátt, so vit trúgva upp á teir sum menniskju og trúgva teirra tankum og kenslum, uttan at leikararnir harvið enda í einari kenslubornari ella innisælari sálarfrøðiligari realismu. Her verða kenslurnar spældar út heldur enn livaðar út – og tað er gott, hitt seinna hevði verið ov strævið hjá bæði leikarum og áskoðarum. Og pláss er eisini givið fyri humori og skemti.

Tour de force
Leikurin hjá Gorki hevur 17 leiklutir. Í hesi uppsetingini eru teir skornir niður í 15, ið verða spældir av 7 sjónleikarum. Og hjá Biritu Mohr, Riu, Hans og Súsonnu Tórgarð, ið hava 2 og 3 leiklutir í part er talan um sanna tour de force. Tey megna við einføldum, men sannførandi miðlum at skifta ímillum sera ymiskar persónar – ikki minst sita teir mannligu leiklutirnir hjá Biritu, Riu og Súsonnu sera væl, eins og Hans Tórgarð er framúrskarandi í skiftinum millum tann niðurundirkomna Sjónleikaran, ið hann spælir sum ein kventil og eitt vrak, og tann sjálvsikra tjóvin Pepel, ið er tann persónurin í leikinum, sum kemur nærmast at hava eitthvørt tak á tilveru síni. Bárður Persson hevur valt at gera leiklutirnar sum verturin Kostylev og tann falleraði barónurin sera teatralskar, men megnar kortini alla tíðina at halda seg millimetrar røttumegin markið fyri tað yvirspældað og yvirdrivna. Hjálmar Dam megnar sera sannførandi at lýsa nýansurnar í harðrenda lásasmiðinum Klestjs. Barbara Christophersen spælir skøkjan Nastja – eg saknaði, at tann erotiska síðan av Nastju kom meira til sjóndar, tí tað vildi givið hennara romantisku stremban munandi størri dýpd, men í teimum løtunum, tá Nastjusa innastu dreymar og sárbæri koma til sjóndar, sæst at her er ein sjónleikari, sum hevur eitt veruligt talent at byggja víðari á.

Hugtakandi pallmynd og búnar
Pallmyndina hava Dávid Geyti og Símun Pauli Hansen gjørt. Hon er spennandi og hugtakandi í sínum naturalistiska stíli. Tað er ikki ofta vit síggja steinsett tún og múraðar veggir á palli. Saman við búnunum hjá Katrin Bonde skapar hon ein góðan og stuðlandi søgukarm kring hendingarnar. Einasti veikleikin við pallmyndini er, at markið millum innandura og uttandura er so knívsskorðið. Tað er eins og spælið í fyrsta parti, sum bara fer fram innandura, kenst eitt sindur samankroyst. Ikki fyrr enn vit í øðrum parti flyta okkum uttandura, er tað eins og pallmyndin veruliga letur seg upp.

Danismur
Umsetingin leggur seg tætt at talumálinum. Hon er sum heild í lagi, men tað fellur ikki í smakkin hjá hesum ummælaranum, at talumál í so stóran skal merkja danismur. Í onkrum førum tykjast valdu orðingarnar heldur at vera órógvandi anakronismur enn at gera tekstin livandi. Sum t.d. tá Bubnov, biður Nastju taka upp aftur søgu sína við orðunum “om igen”.

Ein krevjandi klassikari
Tað er djarvt av Tjóðpallinum at satsa upp á ein so krevjandi klassikara, sum Nátterherbergið eftir Maxim Gorki er. Men satsið eydnast og her býðst føroyska áskoðaranum eitt høvi at uppliva eitt meginverk í dramatisku heimsbókmentunum í eini livandi og viðkomandi føroyskari útgávu.


Fakta:



NÁTTARHERBERGIÐ

eftir:
Maxim Gorkij

Leikstjórn:
Kristina S. Hansen

týtt:
Ria Tórgarð

pallmynd:
David Geyti og Símun Pauli Hansen

búnar:
Katrin Bonde


Leikarar:
KOSTYLEV, vertur og eigari á herberginumBárður Persson
VASILISA, kona hansara Ria Tórgarð
NATASJA, systir hennara Súsanna Tórgarð
ABRAM (Medvjedev) farbróðir, politisturRia Tórgarð
PEPEL (Vassjka) tjóvurHans Tórgarð
KLESTSJ, lásasmiðjurHjálmar Dam
ANNA, kona hansaraRia Tórgarð
NASTJA, ein gentaBarbara Christophersen
KVASJNJA, selur matvørur á torginumBirita Mohr
BUBNOV, kasjett makari Hans Tórgarð
SATIN Súsanna Tórgarð
EIN SJÒNLEIKARI Hans Tórgarð
EIN BARÒNURBárður Persson
LUKA, pílagrímur Birita Mohr
POLITIOVASTIHjálmar Dam


Ljóssetan: Árni Baldvinsson
Arr. Tónleik:Kim Hansen og Jón McBirnie
Upptøkur & ljóðmynd: Jón McBirnie
Harmonika, klaver, gittari, keyboardKim Hansen
Violin:Jákup Lützen
Hár & smyrsl: Marjun Olsen
Foto: Martin Sirkovsky
Leikskrá og plakatuppsetan:Niels Arge Galan og Uni Árting
Dramaturgisk viðgerð:Ria Tórgarð og Kristina S. Hansen
Seyming: Katrin Bonde og Helen Jacobsen
Ljósfólk: Símun Pauli Hansen
Pallgerð: Símun Pauli Hansen, David Geyti, Hjálmar Dam, Reimar Nap. Djurhuus, Janus í Dímun
Rekvisittir: David Geyti, Símun Pauli Hansen og
leikararnir
Teskari:Katarina Nolsøe
Vegleiðing:André Niclassen
Týtt sanginar: Alexandur Kristiansen og Georg L.
Samuelsen



1. sýning á Meiarínum 28. februar 2007

Leikárið 2006 - 2007 7. leikverk


Tøkk til:
Tórshavnar Býráð, Lauru Joensen, Kunningarstovuna, Gurið Poulsen, Jórun Simonsen, Havnar Sjónleikarfelag, Fótbúni, Balslev, Smyril-Line, Kristian Blak, Per Danielsen, Valdemar Lützens Timburhandil, Rasmus Eysturoy, Poul Johan Dahl, Karl Aage Hansen, Unn Kragesteen