Stephen King gevur bók út á internetinum

BØKUR. Heimskendi rithøvundurin Stephen King fer 9. mars kl. 00:27 at geva eina nýggja bók út á internetinum

Tað er útgávufelagið Simon & Schuster, sum bara ætlar at geva hansara nýggjasta avrik út sum ein eBook, teir kalla.

Stephen King hevur selt ræðubøkur, sum eingin annar, og nýggjasta bókin er skrivað stutt eftir, at hann varð úti fyri einum álvarsligum óhappi. Hann var ákoyrdur av einum bili, og nýggja søgan snýr seg um ein tumlara.

Bókin kann keypast frá Simon & Schuster, og hon fer at kosta 2,5 dollarar ? tað svarar til 20 krónur á leið.

? Eg gleði meg til at finna út av, hvat fólk halda um hetta. Kanska er hetta framtíðin, sigur King.

Í løtuni gongur filmurin The Green Mile, sum er bygdur á skaldsøgu hjá Stephen King í Havnar Bio, og filmurin er innstillaður til fleiri Oscar-virðislønir.