Bretski astrofysikarin og professarin Stephen Hawking er deyður í nátt.
- Vit eru kedd um, at okkara elskaði pápi doyði í dag, søgdu bøn hansara í tíðindaskrivi, Lucy, Robert og Tim. - Hann var ein fantastiskur granskari og maður, og hansara arbeiði og arvur fer at halda fram í mong ár, skrivaðu tey sambært Ritzau
Stephen Hawking gjørdist 76 ára gamal og livdi harvið nógv longri, enn læknarnir væntaðu, tá ið hann fekk diagnosuna ALS sum 21 ára gamal. Sjúkan brýtur niður organ í kroppinum og til síðst tekur sjúkan andadráttin, og tá doyggja sjúklingarnir við sjúkuni.
Hann fekk tá at vita, at hann fór at liva í tvey ár. Men hann var nýforelskaður og tvørur. Tí tóku hann og táverandi kona hansara avgerð um at hyggja burtur frá deyðadóminum. Tey fingu trý børn, og hon ansaði teimum og Stephen, tá ið kroppur hansara byrjaði at fara orsaka av sjúkuni. Í 1970 bleiv hann lamin frá hálsinum og niður og mátti seta seg í ein koyristól.
Men tað vóru ikki einans armar og bein, sum mistu orkuna, tað gjørdi røddin eisini. Stigvíst gjørdist tað meira og meira trupult at samskifta, og familjan varð noydd at umseta fyri hann. Í 1985 fekk hann lungabruna, sum gjørdi, at læknarnir sóru eitt hol í hálsin at anda í gjøgnum. Og við tí hevði hann talað síni seinastu orð.
Eitt tól, sum varð sett til hansara andlit, kundi tó registrera hansara rørslur í kjálkavøddunum, og umseta hesar rørslur til orð við kendu robotrøddini, sum Hawking hevur nýtt at greiða frá millum annað um sína gransking um svørt hol.
Hawking var vælumtóktur á fleiri økjum, og hann hevur skrivað fleiri bøkur og barnabøkur sum rúmdina saman við dóttrini Lucy. Somuleiðis fekk hann sína lívssøgu sagda í oscarvinnandi filminum The Theory of Everything.
/ritzau/










