Tað gongur als ikki væl við søluni av nýggjastu fløguni hjá Aqua, ið eitur Megalomania. Fløgan hevur verið til sølu í sjey vikur, men er bara á einum 33. plássi av mest seldu fløgum í løtuni. Í síðstu viku vórðu einans 287 danskarar, sum keyptu fløguna.
Og viðvíkjandi sølu av konsertatgongumerkum gongur ikki betri. Ongar av konsertunum, ið eru í hesum mánaðanum, eru útseldar. Og tá skal havast í huga, at Aqua spælir á støðum, har tað ikki er serliga nógv pláss fyri áhoyrarar.
Í hinum endanum av topp 40 stendur sera væl til hjá Rasmus Seebach. Tann danski poppkongurin hevur selt meira enn 70.000. eintøk av nýggjastu fløguni, ið eitur Mer end kærlighed, tær seinastu fýra vikurnar.
Í Bretlandi er tað Susan Boyle, sum í løtuni er á fyrsta plássi. Fløgan ber navn Someone to Watch Over Me.
SKRIVAÐ HEVUR: NELI HELDARSKARÐ










