Fiskivinna
Millum skipini, sum landa á landingarmiðstøðini hjá Kongshavn í Saltangará í morgun, eru ísfiskatrolararnir, Stelkur og Bakur, sum hava stívliga 400.000 pund tilsamans, meginparturin upsi.
Gulllaksaskipini, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, landa eisini í morgun. Fyrrnevndi leggur veiðina upp í Saltangará, og hin landar á Toftum.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava stívliga 400.000 pund av gulllaksi tilsamans.
Fríggjadagin landaðu Polarhav og Stjørnan umleið 480.000 pund av gulllaksi í Saltangará.
Á landingarmiðstøðini siga tey, at landaðu nøgdirnar higartil í ár eru omanfyri 25.000 tons tilsamans, og hetta er nógv meira enn somu tíð undanfarna ár.