Eg eri 11 ár og syngi um gular kavbátar
Luftin er køld
Ikki í Føroyum men í heiminum
Várið kom ikki til Prag men kríggið kom til Vietnam
11. september 1971 doyr Nikita Khrusjov
Maðurin sum tá Beatlarnir byrjaðu
hevði 3. veraldarbardaga í russisku roulettini
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
Hetta er brot úr einari av teimum 27 yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Steintóri Rasmussen, ?Føroyingar liva ikki av fiski eina?.
Steintór er føddur í 1960, og hevur frá ungdóminum av yrkt og skrivað sangir.
Sangskrivingin tók dik á seg, tá ið tónleikabólkurin, Frændur, í 1984 kom á pallin. Og í dag eru nógvir av sangum hansara vorðnir fólkaogn í Føroyum.
Hann hevur givið fleiri fløgur út, eitt nú, ?Millum Frændur? og ?Kærleikans Vallaraheim?.
Í 1980 vann hann, við yrkingini, ?Tey dansa eins og skuggar?, kappingina, sum Amnesty International í Føroyum skrivaði út.
Seinastu árini hevur Steintór skrivað sangir til børn. Hann eigur orðini og fleiri av løgunum til tríggjar av fløgunum, ?Kularøtur?, sum hann gav út um aldarskiftið.
Í 2000 føroyskaði hann eina minnisfløgu um svian, Bjørn Afzelius.
Á móttøkuni í Leikalund í dag klokkan 16.00, fáa fólk høvi at heilsa upp á Steintór og fáa yrkingasavnið signerað.
?Føroyingar liva ikki av fiski eina?, kostar 120 krónur.