Steingja Sjóvartún til at skreiða á

Í Vestmanna hevur bygdarráðið samtykt at steingja gøtur, so børnini kunnu skreiða í friði og náðum.

Vestmanna bygdarráð hevur samtykt at steingja Sjóvartún til at skreiða á, tá kavi er. Í sama viðfangi hevur bygdarráðið eisini samtykt at steingja Bakkaveg frá Hórðará og inn til vegamótið, Bakkavegur/Skálavegur.

 

- Broytingarnar verða vístar við skeltum, tá nóg mikið av kava er til at skreiða á, og skeltini verða tikin burtur aftur, tá tað ikki er skreiðandi meira, siga tey í bygdarráðnum.

 

Lagt verður aftrat, at samtyktirnar merkja, at Sjóvartún ikki verður grivið og saltað, tá kavi er, men Bakkavegur verður tó grivin og saltaður sum vanligt.

 

- Tá kirkjugongd, jarðarferð og tiltøk annars eru í kirkjuni, verður Bakkavegur ikki stongdur, vita tey í Vestmanna kommunu at siga í dag.