- Eg trívist ógvuliga væl í býráðsarbeiðinum, og tí havi eg gjørt av at stilla upp aftur til býráðsvalið í heyst.
Tað sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hann sigur, at hóast hann fíltist at teimum í Tjóðveldi, sum vóru við til at leggja uppskotið um 266b upp, so skiftir hann kortini ikki flokk, eins og Karsten Hansen gjørdi.
- Býráðspolitikkur og landspolitikkur er heilt hvør sítt. Mín áhugi er í býnum, og tað eru fleiri tøk, ið eg kundi hugsa mær at tikið. Ikki minst nú vit hava sett nýggjan havnameistara. Har eru stórir møguleikar at økja um inntøkurnar, og tað er eitt av stóru málunum, ið liggja fyri framman, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Hann sigur, at tað sjálvvandi ikki er hann einsamallur, sum ger av borgarstjórastarvið, men fær hann møguleikan, er hann til reiðar at taka fýra ár aftrat í starvinum.