Steinbjørn ikki broytt støðu um at broyta støðu

Borgarstjórin hugsar enn um sín limaskap í Tjóðveldisflokkinum, men sigur seg nú hava tíðina fyri sær

POLITIKKUR

 
 
 
Seinasta vikuskiftið segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, at hann umhugsaði støðuna í Tjóðveldisflokkinum eftir atkvøðugreiðsluna um §266b í revsilógini.
- Eg umhugsi alvorliga støðuna, tí eg eri ikki nøgdur við hana, sum hon er nú. Eg havi ikki tikið støðu enn, men tað verður um ikki so langa tíð, var svarið hjá borgarstjóranum.
Tað tykist kortini ikki, sum tjóðveldisfólk skulu óttast at missa borgarstjóran í Føroya næststørsta býi fyribils.
Í stuttum við tali sigur Steinbjørn O. Jacobsen, at einki nýtt er í málinum, men at hann kortini enn hugsar seg um.
- Tað  er einki broytt. Men tit skulu nokk hoyra frá mær, um okkurt er. Men eg havi úr at gera, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.