Steinar Bastesen á veg inn á Stórtingið

Kendasti hvalaveiðustríðsmaðurin í heiminum, norðmaðurin steinar bastesen, er á veg inn á Stórtingið sum uttanflokkaumboð.

Fremsti talsmaðurin hjá teimum sum ynskja stórhvalaveiðu, Steinar Bastesen, sær út til at gerast Stórtingsumboð fyri sítt fylki, Nordland. Veljarakanningarnar hesa seinastu vikuna vísa at Steinar Bastesen bert manglar nakrar fáar atkvøður í at koma inn á Stórtingið.

? Tað fyrsta eg ætli mær at gera á Stórtinginum, er at syrgja fyri at Fiskivinnumálaráðið fær meir pengar, sigur fyrrverandi oddafiskurin hjá norsku hvalaveiðumonnunum.

Steinar Bastesen er uppstillaður fyri ein uttanflokkalista í Nordland. Sjálvur kallar hann flokk sín fyri Strandaflokkin.

? Strandafólkini hava brúk fyri einum umboðið á Stórtinginum. Ein sum kann nakað um tað at liva í smáum strandasamfeløgum í Norður-Noregi, og ein sum vil stríðast fyri rættindunum hjá sjómonnum at fiska og brúka havið.