Danski vinnulívsmaðurin Stein Bagger sigur, at hann bleiv hóttur til svik -Eg eri sera harmur um tað, sum eg havi gjørt, sigur Stein Bagger við Ekstrablaðið, sum hevur hitt hann í´varðhaldinum í Los Angeles, har hann bíðar eftir at verða sendur til Danmarkar.
Stein Bagger viðgongur sítt svik í fyritøkuni IT Factory, sum hann var stjóri í. Sambært ákæruvaldinum hevur hann svikað fyri umleið 1,2 milliard krónur.
Stein Bagger sigur við Ekstrablaðið, at hann gjørdi av at fjala seg, tá hann var í Dubai tann 27. november.
-Tað vóru tvinnir tilburðir í Dubai, sum fingu meg at taka ta avgerðina, sigur hann. Hann váttar, at hann bleiv hóttur, men hann vil ikki siga, hvør hótti hann ella við hvørjum.
Taðå er ógreitt, nær fyrrverandi IT Factory-stjórin kemur til Danmarkar, men Børsen skrivar, at hann verður kanska latin danska ákæruvaldinum í dag.









