Kendasti og størsti fíggjarligi brotsmaður í Danmark, Stein Bagger, kann eftir øllum at døma ikki bara sær fyri a svika og lumpa Sjálvt nú, ímeðan hann situr í fongsli, er hann aftur ákærdur fyri svik - hesuferð ímóti sjálvum fongslinum.
Hann er nú ákærdur fyri at fyri at hava stolið eitt stempul frá einum kiropraktor, sum hann gekk til fyri rygginum.
Hann er eisini ákærdur fyri at hava roynt at falsa skjøl.
Løgreglan fortelur fyri danska Ekstrablaðnum, at teirra meting er, at Stein Bagger ætlaði at brúka stemplið til at fáa sær farloyvi úr fongslinum av órøttum.
Við øðrum orðum ætlaði hann sær at brúka stemplið til at sjúkramelda seg sjálvan fyri at sleppa úr fongslinum undir tí páskotið, at hann skuldi til viðgerð hjá kiropraktor.
Hann lukkaðist ikki at brúka stemplið eina einastu ferð, áðrenn hann varð tikin.
Men ístaðin fyri farloyvi úr fongslinum, er Stein Bagger nú fluttir frá opna fongslinum í Horserød til tað nógv stranga fongslið í Vridsløselille