Tað hevur verið upp og niður hjá næstbesta KÍ liðnum. Í dag eydnaðist tað á heimavølli at vinna fyri aðru ferð á rað. Gestirnir í B71 vórðu sendir suður aftur við 4-2 tapi, sum ber við sær, at B71 framvegis er undir niðurflytingarstrikuni.
Stóri maðurin í góðveðrinum í Klaksvík var Steffan Kalsø, sum var trífaldur málskjútti. Hann er fyri stuttum komin av flatlondum, har hann er í útbúgvingarørindum. Ein annar klaksvíkingur, sum síðstu mánaðirnar hevur verið nógv á flatlondum, og sum nú er aftur í Klaksvík og KÍ, er Henry Heinesen, sum sæst á myndini. Hann var á næstbesta liðnum í dag og spældi alla tíðina.
Tá ið tað var hálvleikur, bendi einki á, at B71 fór at tapa, tí teir gulu og bláu vóru frammanfyri 2-1. Kári Hvannastein og Johan Hendrik Lydersen skoraðu málini síðsta korterið, eftir at Steffan Kalsø beinanvegin hevði lagt KÍ framum.
Beinanvegin eftir steðgin varð Jógvan Isaksen settur á vøllin, og hann javnaði til 2-2, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Minuttin seinni legði Steffan Kalsø heimaliðið framum, og sjey minuttir seinni var hann aftur upp á spæl, tá ið hann staðfesti 4-2 heimasigurin.
B71 er næstaftast við fimm stigum, og KÍ er á sætta plássi við fimtan stigum.