Fyri løtu síðani lat Birgir Kruse vegna borgarstjóran upp framsýning við málningum hjá Steffan Danielsen, sum Kinna Poulsen hevur valt út. Borgarstjóranum barts frá, og tí var tað kunningarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, Birgir Kruse, sum opnaði málningaframsýningina í barnagarðinum Látrinum.
Kinna Poulsen hevði valt 17 málningarn út av teimum fleiri tíggjutals málningunum, sum Emil Juul Thomsen eigur av Steffan Danielsen.
Hóast vánaliga veðrirð, so vóru rættiliga fitt av fólki til upplatingina.
Framsýningin er eisini opin í morgin frá klokkan 15 til 20.