Stefan skoraði sigursmálið fyri Sligo Rovers

Stefan Radosavljevic valdi sær løtuna væl at skora fyrsta málið fyri Sligo Rovers

Loksins aftaná átta umfør í bestu írsku fótbóltsdeildini brast tað fyri nev hjá Stefani Radosavljevic.

 

Stefan tryggjaði liði sínum, Sligo Rovers sigurin á útivølli móti Dundalk við sigursmálinum hann skoraði, tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Talan er um fyrsta málið hjá Stefani í bestu írsku deildini. 

 

Sligo Rovers vann dystin 2-1. Stefan kom á vøllin tá 68 minuttir vóru leiktir. 

 

Max Mata legði Sligo Rovers á odda 1-0 tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum javnaði Dundalk til 1-1.

 

Sigurin merkir, at Sligo Rovers nú er triðfremst í deildini við 12 stigum. Seks stig eru upp til oddaliðið, Bohemians sum er fremst í deildini við 18 stigum. 

 

In.fo fer at vísa hæddarpunktini frá dystinum, og harvið eisini málið hjá Stefani seinni í kvøld.