Í 4-0 heimatapinum ímóti Ukraina fyrr í vikuni sá liðformaðurin á U-21 landsliðnum Stefan Radosavljevic úr HB gula kortið longu í 7. minutti. Hetta var triðja ferðin, at Stefan sá gula kortið í hesi EM undankappingini. Tí er hann leikbannaður, tá ið Føroyar týsdagin spæla seinasta dystin í hesi kappingini. Hann verður týsdagin ímóti Serbia í Klaksvík.
At Stefan Radosavljevic er leikbannaður kemur illa við, tí Stefan hevur verið lyklaspælari, og hann hevur nógvar royndir.
Fyri Stefan Radosavljevic er talan um stórt vónbrot. Hann er føddur i Serbia og flutti sum smádrongur til Føroya saman við foreldrunum og fekk føroyskan heimarætt og harvið rættin at umboða Føroyar. Tá ið Føroyar 12. november í fjør spældu á útivølli ímóti Serbia, var Stefan Radosavljevic ikki á føroyska liðnum. Hann var noyddur at geva avboð, tí hann var raktur av koronu.
Stefan Radosavljevic hevur spælt 18 ferðir á U-21 landsliðnum. Saman við Kristoffur Jakobsen og Jóannes Bjartalíð, báðir úr KÍ, hevur hann oftari enn nakar annar verið á U-21 landsliðnum. At hann er leikbannaður týsdagin ber við sær, at hann ikki fær møguleika at taka metið í U-21 landsdystum.
Sebastian Radosavljevic er føddur 8. september í 2000, og tá ið henda EM kappingin týsdagin verður av, verður hann ov gamal at umboða Føroyar á U-21 landsliðnum.
FSF boðar í kvøld frá, at landsliðsvenjarin Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir tveimum nýggjum spælarum at vera við í hópinum týsdagin. Umframt Stefan Radosavljevic úr HB er Áki Johannesen úr B68 ikki tøkur, tí hann er skaddur.
Nýggir í U-21 landsliðshópinum eru AB spælarin Bartal S. Petersen og Mikkjal Hellisá úr EB/Streymi.
Royndasti maður í hópinum nú er Lukas Giessing, sum hevur spælt 17 U-21 landsdystir.
Dysturin í Klaksvík týsdagin verður klokkan 16.15.
-
| U-21 landsliðsspælarar | U-21 | Mál | A | Mál |
| Kristoffur Jakobsen | 18 | 2 | 1 | 0 |
| Jóannes Bjartalíð | 18 | 0 | 19 | 0 |
| Stefan Radosavljevic | 18 | 5 | ||
| Jákup L. Thomsen | 17 | 2 | 2 | 1 |
| Jákup B. Andreasen | 17 | 2 | 10 | 0 |
| Lukas Giessing | 17 | 0 | ||
| Ari Olsen | 16 | 0 | ||
| Rógvi Holm | 15 | 0 | ||
| Betuel Hansen | 15 | 0 | ||
| Petur Knudsen | 15 | 3 | 9 | 0 |
| Bjarni Petersen | 14 | 1 | ||
| Róaldur Jakobsen | 14 | 2 | 6 | 1 |
| Páll A. Klettskarð | 14 | 0 | 13 | 0 |
| Ólavur Niclasen | 13 | 1 | ||
| Benjamin Heinesen | 13 | 1 | ||
| Hákun Edmundsson | 13 | 1 | ||
| Teit Jacobsen | 12 | 1 | ||
| Bartal Wardum | 12 | 0 | 2 | 0 |
| René S. Joensen | 12 | 0 | 34 | 3 |
| Meinhard E. Olsen | 12 | 4 | 18 | 1 |
| Hørður H. Askham | 11 | 1 | 8 | 0 |
| Gilli Rólantsson Sørensen | 11 | 1 | 53 | 1 |
| Gunnar Zachariassen | 11 | 4 | ||
| Christian R. Mouritsen | 11 | 0 | 17 | 1 |
| Pól Jóhannus Justinussen | 11 | 0 | 25 | 0 |
| Hallur Hansson | 11 | 0 | 69 | 5 |
| Gunnar Nielsen | 10 | 0 | 65 | 0 |
| Erling Jacobsen | 10 | 0 | 4 | 0 |
| Magnus H. Olsen | 10 | 1 | ||
| Pætur J. Petersen | 10 | 0 | ||
| Hanus Sørensen | 10 | 0 | ||
| Magnus Holm Jacobsen | 10 | 0 | ||
| kelda: faroesoccer.com |










