Stefan hevur møguleika at seta met

30 spælarar hava higartil spælt 10 ella fleiri dystir á U-21 landsliðnum

Klokkan 14 í dag fer U-21 landsliðið fyri fyrstu ferð at spæla í Klaksvík. Higartil hevur liðið spælt á Svangaskarði og á Tórsvølli.

 

U-21 landsliðið hevur verið við í undankappingum síðani 2007. Liðið hevur spælt 70 dystir, og tilsaman hava 180 spælarar umboðað Føroyar á U-21 landsliðnum. 30 spælarar hava spælt 10 ella fleiri ferðir á liðnum. Metið er 18 dystir. Tveir klaksvíkingar hava verið 18 ferðir á U-21 landsliðnum – Kristoffur Jakobsen og Jóannes Bjartalíð. At Kristoffur stendur ovari í yvirlitinum enn Jóannes kemst av, at Kristoffur spældi fleiri minuttir enn liðfelagin í KÍ.

 

Av teimum spælarunum, sum nú eru á liðnum, eigur Stefan Radosavljevic flestar landsdystir. HB spælarin er liðformaður á liðnum, og hann hevur higartil spælt 13 U-21 landsdystir. Tað eru sjey dystir eftir at spæla hjá Føroyum í hesi EM undankappingini. Um Stefan verður við í seks ella sjey dystum, so fer hann at seta nýtt met. Stefan er ein av trimum toppskjúttum á U-21 landsliðnum. Hann hevur saman við Meinhardi E. Olsen og Gunnari Zachariassen, sála, skorað fýra mál, og Stefan verður einsamallur toppskjútti, um hann skorar eitt mál aftrat.

 

Yvirlitið vísir, at fleiri av teimum, sum hava verið ofta á U-21 landsliðnum, seinni hava spælt nógv á A-landsliðnum. Millum hesar eru Gunnar Nielsen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen, René S. Joensen og Pól Jóhannus Justinussen, sum er givin av spæla á hægsta støði. Aðrir, sum fyri stuttum hava vunnið fast pláss á landsliðnum eru Meinhard E. Olsen og Jóannes Bjartalíð.

 

Yvirlitið vísir eisini, at tað eru spælarar, sum í síni tíð vóru fastir menn á U-21 landsliðnum, men sum ikki vunnu seg á A-landsliðið. Millum hesar eru Kristoffur Jakobsen, Rógvi Holm og Róaldur Jakobsen, sum ikki longur eru í bestu deildini. Kristoffur spældi ein dyst á besta landsliðnum, Rógvi Holm var ikki á landsliðnum, áðrenn hann fór av landinum í útbúgvingarørindum, og Róaldur spældi seks landsdystir, áðrenn hann orsakað av skaða noyddist at gevast at spæla á hægsta støði.

 

Jákup L. Thomsen í HB er nústaðni komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, og Ari Olsen stríðist við at koma fyri seg eftir krossbandsskaða. Millum teir, sum eru á gáttini til besta liðið, eftir at hava vunnið altjóða royndir á U-21 landsliðnum, eru KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen og Petur Knudsen, sum í summar skifti barndómsfelagið NSÍ út við Lyngby í næstbestu donsku deildini.

 

 

 

U-21 landsliðsspælararU-21MálAMál
Kristoffur Jakobsen18210
Jóannes Bjartalíð180150
Jákup L. Thomsen17221
Jákup B. Andreasen17260
Ari Olsen160  
Rógvi Holm150  
Betuel Hansen150  
Petur Knudsen15340
Bjarni Petersen141  
Róaldur Jakobsen14261
Páll A. Klettskarð140130
Stefan Radosavljevic134  
Ólavur Niclasen131  
Benjamin Heinesen131  
Hákun Edmundsson131  
Teit Jacobsen121  
Bartal Wardum12020
René S. Joensen120283
Meinhard E. Olsen124161
Lukas Giessing110  
Hørður H. Askham11130
Gilli Rólantsson Sørensen111481
Gunnar Zachariassen114  
Christian R. Mouritsen110171
Pól Jóhannus Justinussen110250
Hallur Hansson110625
Gunnar Nielsen100620
Erling Jacobsen10040
Magnus H. Olsen101  
Pætur J. Petersen100  
kelda: faroesoccer.com