Tey bæði fremstu valevnini í valstríðnum upp undir franska forsetavalið, Nicolas Sarkozy og avbjóðarin François Hollande, vóru í dag í Toulouse í sambandi við, at teir tríggir hermenninir, sum vórðu skotnir fyri einari viku síðani, fóru til gravar seinnapartin. Aftan á skjótingina uttan fyri ein jødiskan skúla í Toulouse mánadagin kunngjørdu teir báðir, at teir fóru at halda steðg í valstríðnum.
Sarkozy hevur mælt sínum landsmonnum frá at hevna drápini, tí tað er í slíkum løtum, at fólkið skal standa saman, sigur hann. Forsetin hevði fyrrapartin fund við umboð fyri tað jødiska og tað muslimska samfelagið í Fraklandi. Málið við fundinum var at vísa, at yvirgangur kann ikki spjaða franska fólkið.
Franska forsetavalið verður 22. apríl og 6. mai, og meiningakanningarnar benda á, at François Hollande fer at vinna. Sarkozy hevur sagt, at hann fer at taka seg burtur úr politikki, um hann tapir.